Dátuverndarlógin er galdandi fyri øll feløg í Føroyum frá 1. januar 2021
Vælkomin
Sum tit helst vita varð ein nýggj
dátuverndarlóg samtykt av Føroya Løgtingi á várið 2020, sum kom í gildið tann 1.
januar 2021. Endamálið við lógini er at verja
persónliga frælsið og at tryggja, at dáta um persónar ikki verða misbrúkt ella
skeivt viðgjørt.
Tað, sum hetta viðførir er, at
allar fyritøkur í Føroyum, sum hava upplýsingar um persónar; tað vil siga, sum
hava starvsfólk skrásett, upplýsingar um persónar sum kundar, hava eina
heimasíðu við cookies osv, eru bundin til at halda lógina.
Tað er nógv at seta seg inn í, í
sambandi við nýggju lógina, og vit vilja fegin bjóða okkum fram til at hjálpa tykkum
at verða so væl fyrireikaði sum gjørligt, til nýggja lógin kemur í gildið 1.
januar 2021.
Vit vilja fegin avtala eina tíð við tykkum og kunna
tykkum um loysnir og uppskot, sum vit hava til tykkara, so tit fylgja dátuverndarlógini.
um okkum
Jens Chr. Olsen hevur verið ein partur av leiðsluni á TAKS seinastu 6½ árini. Áðrenn tað var hann stjóri á Fiskamarknaði Føroya.
Jens arbeiði nú fulla tíð við at hjálpa virkjum at halda ásetingunum í dátuverndarlógini.
Tað sum skal gerast er at feløg skulu taka eina avgerð hvat tey vilja gera við nýggju lógina. Skal hjálp heintast til felagið ella skulu feløg klára hetta sjálvi. Síðan skal avgerast hvussu tey gera. So ein ætlan um hvussu hetta skal haldast við líka.
Samstarvsfelaganir eru úr Danmark, og sum hava eina góða loysn við einum GDPR portalið sum kann brúkast til endamálið.
Heimasíðan hjá teimum er: www.persondatasupport.as
Vit hava samstarv við Danska Personsdatasupport sum hava arbeitt við dátutrygd í nógv ár. PDS hevur nógv ára royndir og hava ment ein GDPR-Portal sum á ein enklan og lættan hátt heldur stýr á øllum persónsdáta hjá einum felagið.
Sp/f EIRIN GDPR- og persónsdátaráðgeving
TELEFON: +298 784070 Búðstaður: Undir Nesinum 14 FO-650 Toftir